Ólavur Riddararós
Hvørt skal tú riða, Ólavur mín Á lofti hongur brynja tín Tú fer ikki at veiða tað hind Men tú fer til tína leikalind Hvít er skjúrtan, val er hon tvigin Í blóði verur hon av tær drigin Ólavur snúðist síni móður frá Gud gevi ikki ganga sum mær er spáa -Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Ólavur ríður eftir bjørgunum fram -Kol og smiður við Fann hann upp á eitt álvarann -Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Út kom eitt tað álvafljóð -Kol og smiður við Flættað hár á herðar dró Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Ver vælkomin Ólavur Riddararós -Kol og smiður við Tú gakk í dans og kvøð fyri oss Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Tú tarvt ikki flætta títt hár fyri meg -Kol og smiður við Eg eri ikki komin at biðja teg Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Eg kann ikki meira hjá álvum vera -Kol og smiður við Í morgin lati eg mítt brúdleyp gera Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá -Kol og smiður við Ella vil tú í morgin til moldar gá Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Hon skonti honum í drykkjuhorn -Kol og smiður við Har fór í tað eiturkorn Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Ólavur studdist við saðilboga -Kol og smiður við Hann kysti tá moy av lítlum huga Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig
Submitted by Corpse Defiler — Mar 26, 2026
Og hvør ið enn klettum ræður ei á vindi vá Teir hildu um stýrisvøl tá ódnin legði á "Legg upp í lotið," rópti ein og samdir teir Hála á stýrisvøl, men alt til fánýtis Leiðin er løgd, í gróti er høgd Og eru vit nøgd tá søgnin er søgd Og skriður tín knørrur fram tað sama hvat tú vilt Teir bardust um stýrisvøl men einki róður til Og enn vit halda stýrisvøl eins og vit Halda vit eru fræls, trælborin óspurd so Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll Í oyðini høll, um fjarbláu fjøll Tiltuskað av landnyrðings ódn, og vindurin Leikar í Miðgarði mól Til Ásgarðs har Askurin stóð, sum træðrirnir Lívsins í lotinum har blaktraðu tá Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll Í oyðini høll, um fjarbláu fjøll Og fløtur, vitandi hvat mál vit megna livandi Og feigdin dregur liðandi, vit vála henni Tigandi á ting Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll Í oyðini høll, um fjarbláu fjøll Væl vitandi langnunnar leið, men gott er Tað treystið at val er í vón Óteljandi leiðirnar tær, men ilt er tað Treystið at valið er gjørt, leiðin bert ein Leiðin er løgd, í gróti er høgd Og eru vit nøgd tá søgnin er søgd
Submitted by Corpse Defiler — Mar 26, 2026