Vilst er síðsta fet
Harra Guð, títt dýra navn og æra Skal um allan heim í metum vera Hvør sálin sæla Hvør tungt má træla Alt, sum kann mæla Skal teg umtala Og æra Guð er Guð, um land alt legðist oyði Guð er Guð, um menniskjan øll doyði Um ættir fara Um øldir snara Blant stjørnuskara Skal ótømd vara Guðs ríki Høga høll og lága lon skal víkja Jørð og himmal skulu bæði svíkja Hvørt fjall Hvør sýna Hvør tindur dvína Men fram skal trína Sum sólin skína Guðs ríki
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
Ravnar Arnfuglar Stoyta meg Út av tromini Djórið Lúrandi Læsur meg Inni her Sorgin Deyðin Gráturin Saknurin Ongin kann Vekja meg Leiða meg Heim til tíntt So bundin Steinsettur í hesi vrá Har myrkrið floymur Til og frá Vardur Tryggur Tú leitar (Svárt svíður sár) Men sumt kann ei finnast (Og farin ár) Og eg svinni meir (So kám) Fyri hvønn andadrátt (Handan tár) Sorgin Deyðin Gráturin Saknurin Ongin kann Vekja meg Leiða meg Heim til tín Her, í leinkjum Liðini, hvørt sterkari enn annað Hví kann eg ikki bróta bara eitt? Men eg síggi ei liðini Eg síggi bert fuglarnar Ravnar Arnfuglar Skræða meg upp Gloypa míni sál Eg biði teg Vak nú meg Leið nú meg Heim tíl tín
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
Tigandi Á høgum rókum Dømandi Køld og rættvís Eg tríni óttafullur fram Aldan talar Leggur byrðu á meg Lagna mín spilt av iva Ótta og vreiði Minnast skal eg í ævir Ódnarvargur eri eg Sorandi á glæðuni Alt er vorðið myrkt Eg síggi teg á eggini Tveita teg í skerini Skríggj og so er kvirt Lotið ilskast Tað myrknar Eitt tár fellur út í einsemið Við gróti undir iljum Merki eg streymin frá fjarum londum Við bárubroti at hoyra Síggi eg tey smáu, spælandi berføtt Við vissu í sálini Um mína revsing uttan linna Latið eg aftur eygu Aldan talar Pískar tað leikandi lotið Upp í ta hvirlu Ið nú skal taka mín kropp Ódnarvargur eri eg Sorandi á glæðuni Alt er vorðið myrkt Eg síggi teg á eggini Tveita teg í skerini Skríggj og so er kvirt Tú vónarinnar bani, tú ræðugos Tú eigur lívið í mær Tak meg nú Kasta meg í kjaftin Á miklum klettum
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
Andvekur Skríðandi ljós Og tráan eftir blundi Enn sekur Í míni kós Í øllum eg ei kundi Og eg vitji aftur heimin Sum eg bygdi innaní Har eg ongantíð var eg Og aldri spurdi hví Tá komið er at enda Vit leita enn Vilst er síðsta fet Nú lekur Inn í mítt sinn Ein ísakaldur friður Og eg vitji aftur heimin Har, ið varrar vættu hold Og tá ið myrkri datt sum skalvur Merkti eg tína hond Tá komið er at enda Vit leita enn Vilst er síðsta fet "Okkara millum stendur onki farvæl Nú vónin gleppur mær av hondum" Eg síggi mína borg Søkka í hav Nú onki verður alt Onki eg tær gav Tá komið er at enda Vit leita enn Vilst er síðsta fet
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026