Men Guðs hond er sterk
Rikin við Mótleys válan Krúpan Eftir svarðleysu hørg Sjáldan fór dagur at halla so brádliga Dugdi sær bert deyðveikt hógv Eftir driv Elti gløður upp á válshædd At rætta hendur upp í hválv Skrædla himinin Hirði mín tók upp stjørnur við rót Reið niður havsbrúgvarroði Sigdarstrok undir kappanna mót Og ljósið varð út úr mær togað Um tó dirvið einaferð tók hald Steyrrættur við knúsandi sprota Eitt sveiggj inn í eitt myrkur sum vinnast kann á Um dirvið tók hald Hirði mín tók upp stjørnur við rót Reið niður havsbrúgvarroða Sigdarstrok undir kappanna mót Og ljósið varð út úr mær togað
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
Hvílir tú prinsur í taraskóg Har tú lívd fekk fyri levind Har tú smidliga flýddi úr glatanarklóm Sum brosma undan teistanevi Hevja nú prinsur títt sigursróp Lat í firðunum tað runga Har hin Alvaldi gav tær tín aldudóp Og fjøran stóð fyri tær sprungað Sjóðar Yvir tað vágar Aldar Um tað, ið var Innan og uttan skeljast í lag Hvat enn eg so royndi skilnaðin Langtandi søgnin brátt fjarar av Og tómin skræðir meg við inní Marrusorg Hóra tá prinsur enn eina stund Trúnan tær liggur fyri fótum Títt kongsdømi kann frelsa meg Frá mínum kávalótum Innan og uttan skeljast í lag Hvat enn eg so royndi skilnaðin Langtandi søgnin brátt fjarar av Og tómin skræðir meg við inní Marrusorg
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
Læs ikki portrið Goym tú okkum enn Tó vit skiljast her Ofraða løtan Letur lív aftaná Um tú viljan ber Gev mær tíð Nístandi rinið frá liðinum Eltir meg, stynjandi Fríður, ei friður enn Rungar enn í mær eitt langtandi lag Men glæman ber tín anda Eftir ævinnar egg Handan himnaveg Hon bjargar mær úr vanda Um hav eg hoyri teg Rinið hvølt ljóðar eftirí Eg vil skilja teg Sum tú skilir meg Kykur loypa Inn í tína fevnandi dýrmætu tíð Men glæma tín kann ganda Allar øldir í sor Slíta heimsins stev Hon røkkur millum landa Og ber mær altíð teg Eg vil skilja teg
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
Kvirran lær Yvir mær Sprænir sítt eitur Í mín kropp Ótti um endan Lamin í myrkraverð Ræðandi nær So órøkkandi fjar Sælan, ið aldri endar Dríva Í hamferð Guð lat teir tá ferðast óbyrðaðir heim Dríva Í hamferð Guð lat teir kenna frið tín og anda
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
Gerist bjartskygd Tá stendur á dimminum Og lógvin brýtur Satt er tað Tú rak um nes, bar við sand Tveitti kloddar upp á turt Fanst heim til mín Eg havi trúð Eg havi sæð Dreygarnir dansa tá kvirran tekur blotan Neyvan komast teir við mín boga Dreygarnir svíva har hvaðan támið stavar Bíða blotanum á Eymka seg hvørja nátt Hvirla yvir kalda royggið Teimum beri eg kvøl til linna
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
Guð O Guð Himinin er hvølja Fjørðurin kjaftur Etist mín verð Guð brotnar Hvøljan skrædnar Í svartar veingir Hevjast og fjatla Fjóna mannalív Bøn í ótíð Til baldrandi brot Um tú nakran taka skal Tak tá meg Kveistri burt klórandi skvatl Slíti mót landi uttan flot Ond undan sjónum at svølgja Gresjandi stokkar Førini eitt og eitt undir skugga
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026
“Tað var leygardag tann 13. februar í 1915 at ein grind var komin inn á fjørðin í Sandvík. Tað var so ringt veður, at hvalbingar komu til gongu; tað var ikki veður at koma við báti úr Hvalba og til Sandvíkar Tað vóru fýra bátar, sum sandvíkingar hevði mannað, og lógu hesir uppi yvir grindini, tá hvalbingar komu Ja, ja man sigur jú, at fátt kann feigum forða. Og hetta orðatakið, tað má man nokk ásanna her Seksmannafarið, ið umkomst, var tá einar kanska tríggjar til fýra bátslongdir innan fyri okum. Óløgið fall niður yvir bátin. Hann hvarv. Men tá hann kom útundan aftur brotunum, fleyt hann á rættkjøli Teir fingu líkasum ikki summað sje til næsta brotið legði aftur útyvir bátin. Eisini nú, tá tað helmaði av, fleyt hann á rættkjøli. Men so kom triðja brotið. Tá hann tá kom undan aftur aftur, kom hann líkasum eftir kanti uppaftur. Fjórða óløgið legði so aftur út á hann. Tá var ongin maður at síggja Tann minni báturin, ið umkomst, var eitt stórt fýramannafar. Hann slongdist í leysari luft runt. Tað eydnaðist tó einum manni at blíva fastur við hann, og tá tað løgaði aftur, slapp hann á kjølin Meðan øll hesi óløgini gingu er eisini ein triðji báturin innanfyri allar hinar bátarnar. Og hesin báturin rør út ígjøgnum øll óløgini fullur undir stokkarnar av sjógv og kemur – á rættkjøli – út um allan fáran Okur, ið vóru har á staðnum, kunnu klárliga síggja og mugu eisini ásanna, at har fór fram eitt Harrans mirakul; ein sjónlig Guðs undurgerð, at hesin báturin kundi koma fram við lívinum Men Guðs hond er sterk. Mangan hevur tað víst sjе at vera stórur munur á tí, ið maður ella menn ætlaði sær at gеra, og tað úrslít, teir fingu úr síni ætlan Fjúrtan menn lótu her sítt unga lív.”
Submitted by NecroLord — Jun 25, 2026